Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.06.2025 09:40

Ósemja um eina semju

Helgi Abrahamsen (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Lesarabræv

“Hetta er ikki loysing,” siga javnaðarfólk. 

“Jú tað er,” siga tjóðveldisfólk.

Tey eru samd um at siga, at tey eru samd, men tey eru ikki samd um, hvat tey eru samd um. 

Fimm flokkar hava gjørt semju um at flyta Føroyar úr verandi ríkisfelagsskapi, og síðani skulu londini “samstarva á annan hátt”. Vit skulu slíta okkum leys frá donsku grundlógini, vit skulu ikki hava felags uttanríkispolitikk, vit skulu hava sjálvstøðugan limaskap í NATO (men ætla tó ikki at rinda limagjald sum onnur lond gera), “men hetta hevur einki við loysing at gera,” siga javnaðarfólk. “Nei hetta er nakað heilt annað” – okkurt sum eitur “sjálvstøðugt land”.

Ríkisveitingin skal halda fram við at minka niður í einki, sjálvt um undirskotið á fíggjarlógini bara veksur. Samtíðis boðar løgmaður frá, at í komandi tingsetu verður arbeiðsvikan stytt, og gerandisvørur sleppa undan meirviðrðisgjaldi – og so skulu vit líka gera ein Suðuroyartunnil eisini. 

Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, dugir helst at síggja, at hetta hongur ikki saman. Tí sigur hon, at tað verður neyðugt at gera stórar sparingar í almenna rakstrinum tey næstu árini. Men Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna við heilsumálum, er ikki samd. Hon sigur: “Fyri meg sum landsstýriskvinnu í heilsumálum hevur tað týdning at gera greitt, at tað er einki hald í úttalilsinum hjá Runt Vang.” – So ongar sparingar á hennara málsøki. 

Um tað er so sum Javnaðarflokkurin sigur (at øll eru samd um eina skipan sum er innanfyri ríkiseindina – ja enntá ein styrktan felagsskap), so er tað fyrstu ferð í søguni, at Tjóðveldi hevur viðurkent ríkisfelagsskapin, og fyrstu ferð, at flokkurin hevur slept fólkaatkvøðuni í 1946. – Eg nokti at trúgva, at tey vilja skriva undir uppá tað. 

So semjan er breið, men tað sær ikki út til, at semja er um, hvat tey eru blivin samd um.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður