Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.04.2024 19:15

Orkuútbyggingarætlan almannakunngjørd

Mynd: Umhvørvisstovan

Umhvørvisstovan

Útbyggingarætlanin, sum umboð fyri Sev og Umhvørvisstovuna lótu úr hondum og handaðu landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum í fjør heyst, er nú almennakunngjørd. 

Síðan landsstýriskvinnan fekk frágreiðingina, hevur hon m.a. verið runt hjá kommununum, sum varða av økjunum, sum arbeiðsbólkurin peikar á sum væl egnað útbyggingarøki, og kunnað um ætlanina áðrenn almannakunngerðina.

Arbeiðið er býtt upp í tríggjar frágreiðingar: høvuðsfrágreiðing, modellútrokningar og samandrátt.

Les frágreiðingarnar her:

Høvðusfrágreiðing

Modelútrokningar

Samandráttur