Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.09.2023 13:59

Ørkin skal hava nýggjan leiðara

Mynd: Trúboðin

Trúboðin

Síðstu gott trý árini hevur Barbara H. Jensen verið leiðari á føroyska sjómansheiminum Ørkin, í Reykjavík.

Starvið hevur verið spennandi, avbjóðandi og gevandi, og er hon fegin fyri tíðina, sum hevur givið fleiri góðar løtur og upplivingar.


Hon er eisini glað fyri tað dagførðing, sum er farin í gongd av Ørkini, við at fyrsti triðingur av vindeygunum eru skift. Restin verður skift komandi vár og tá skulu eisini dagføringar gerast innan. 


Nú ynskja Barbara og Sólbjørn at venda aftur til Føroyar, og stýrið takkar teimum fyri gott arbeiðið. Hetta skrivar Trúboðin í dag.

Nú arbeiðir stýrið fyri Ørkina, við at finna nýggjan leiðara, sum vil leiða Ørkina, inn í eina spennandi framtíð. Íbúð er knýtt til Ørkina, sum leiðarin býr í.