Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.11.2022 23:49

Orðatøk í býráðshúsinum í Norðragøtu

Mynd: Páll Isholm

Fyrr í heyst kom forvitnislig bók í bókabúðirnar, og mikukvøldið 16. november klokkan 19 verður útgávutiltak í Býráðshúsinum í Norðragøtu. Á tiltakinum fer ritstjórin, Páll Isholm, at greiða frá um orðatøk og um bókina.

Eisini verður sangur og tónleikur, og Eysturkommuna, ið hevur stuðlað útgávuni, bjóðar ein drekkamunn eftir framløguna. Møguleiki verður sjálvandi eisini at ogna sær bókina í býráðshúsinum mikukvøldið.