Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.02.2026 12:17

“Orð Guds” Møtirøð 6.-8.  í Berøa, Saltangará

Møtirøð verður í Berøa, Saltangará í vikuskiftinum. Høvuðsyvirskriftin er “Orð Guds”, og verða ymisk vers í tí sambandi tikin framm. Tað verða Jann Johannesen, Arne Simonsen og Jens Bech sum koma at tala um evnið. Versini sum verða serliga tikin framm standa í Seinna Timoteusbræv 3,16-17, Hebrearabrævið 4,12 og Sálmur 119,160. Hesi vers lýsa ymsar síður ella eginleikar hjá Orðið Guds. 

Eisini verður góð undirtøka við sanginum. Tað verða trý kór sum koma at luttaka, Ebenezerkórið, Betesdakórið og Berøakórið. Ebenezerkórið og Betesdakórið hava mong ár á bakið. Berøakórið er eitt nýggjari kór, sum tó hevur nøkur ár á bakið. 

Skráin:

Fríggjakvøldið 6. februar klokkan 19

Evnið: Seinna Timoteusbræv 3,16-17

Talari: Jann Johannesen

Kór: Ebenezerkórið

Leygarkvøldið 7. februar klokkan 19

Evnið: Hebrearabrævið 4,12

Talari: Arne Simonsen

Kór: Betesdakórið

Sunnukvøldið 8. februar klokkan 19

Evnið: Sálmur 119,160

Talari: Jens Bech

Kór: Berøakórið

Øll eru hjartaliga vælkomin