Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.07.2025 15:16

Opið hús í Filadelfia á G!

Trúboðin

Filadelfia, sum er brøðrasamkoman í Gøtu, skipar saman við missiónshúsinum Bethania fyri opnum húsi við Gøtugjógv, nú festivalur er í bygdini.

Í lýsingini stendur m.a. soleiðis: 
“Mitt í rokanum hevur Filadelfia opið hús á G! Her kanst tú koma inn í hitan, fáa tær ein góðan drekkamunn, spæla borðspøl og annars hugna tær í góðari samveru. Uttanfyri verður lítla bálið tendrað, og stemningurin er 🔥!”

Opið verður fríggjakvøldið og leygarkvøldið frá kl. 22.00-04.00. Fríggjakvøldið á midnátt verður møti, har Tom Jacobsen talar. Eisini verður lovsangur við Mariu & Benjamin Djurhuus. Leygarkvøldið verða drekkamuður og suppa at fáa.

Filadelfia liggur mitt ímillum sjálvt festivalsøkið í Syðrugøtu og tjaldingarøkið í Norðragøtu. Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltøkini, siga fyriskipararnir, og einki armband krevst.