Leygardagin 29. november eru fólk vælkomin at vitja í Atelierinum hjá Finleif Mortensen undir Torvbrekku 12 b á Strondum.
Opið atelier er ikki ókent aðrastaðni, har listafólk lata dyrnar upp til eina ørvísi framsýning í atelierinum, har listin verður til.
Umframt nýggjar málningar er møguligt at síggja eldri málningar, sum eisini vera til sølu. Eisini skitsur og annað kunnu síggjast.
Opið er frá 11.00 til 16.00 Kaffi er í kannuni og okkurt aftur við.
Opið Atelier undir Torvbrekku
