Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.01.2026 11:20

Open Call: Filmsinnlating Geytin 2026

Norðurlandahúsið

Í fjør fór Geytin til Mariu Winther Olsen fyri stuttfilmin Halt um meg. Hvør man gerast vinnarin av gyltu standmyndini í 2026? Og ikki at gloyma Áskoðaravirðislønini, hvørs upphædd er størri enn nakrantíð. Vilt tú verða við í kappingini um Geytan, so mást tú senda filmin inn í seinasta lagi 12. januar áðrenn midnátt

Geytin verður hildin í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 28. februar. Á kvøldinum verða nýggir, føroyskir stuttfilmar sýndir og filmsvirðislønir handaðar.

Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m.

Vinnarin av Geytanum fer avstað við einum gyltum Geyta og einari virðisløn á 40.000 kr, ið er latin av Runavíkar kommunu. Eisini er vert at leggja til merkis, at eitt sindur meira stendur upp á spæl í ár undir atkvøðugreiðsluni millum áskoðararnar á kvøldinum. Atkvøðugreiðslan verður nevnliga avgerandi fyri, hvør fer avstað við Áskoðaravirðislønini, til økta virði á 40.000 kr, latið av Tórshavnar kommunu.

Um tú hevur gjørt ein stuttfilm, ið skal vera við í kappingini, mást tú minnast til at senda hann inn í seinasta lagi 12. januar áðrenn midnátt.

Les meira um krøvini til filmin og um kappingina á nlh.fo:

https://www.nlh.fo/?event=11937/open-call-filmsinnlating-geytin-2026