Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.01.2026 13:20

Ongin søla við dyrnar í kvøld!

Mynd: Eyp.fo

Hondbóltssamband Føroya

Stórur áhugið er fyri landsdystinum í kvøld, og gongur atgongumerkjasølan sera væl.

Tað er um at vera útselt til dystin, og fyri at tryggja, at ongin kemur í høllina til fánýtis verður ongin søla við dyrnar í kvøld. Nøkur hundrað atgongumerki eru tó framvegis tøk á netsøluni og heldur sølan fram her til tað er útselt.

Atgongumerkini fáast til sølu á www.tjarnir.fo.