Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.03.2024 20:05

Øll undir sama tak!

Lesarabræv

Eg vil hervið koma við mínum viðmerkingum og tilmælum til eina – ikki bara betri, men framúr skúlaloysn fyri børnini í Eysturkommunu. 

– Rebekka Jensen,
íbúgvi í Eysturkommunu, mamma at fýra smáum børnum – og lærari í skúlanum við Gøtugjógv. 

Egna framhaldsdeild, tí at: 

– Størri líkindi fyri at tryggja kontinuitet millum barnaskúla og framhaldsdeild. 

– Færri skúlaskifti (skúlaskifti krevja nógv av børnum, men sanniliga eisini av samstarvinum millum heim og skúla).
– Tættari tilknýti til nærumhvørvið.
– Taka ábyrgdina av trivnaði og menning hjá okkara skúlabørnum í egnar hendur.
– Meira ávirkan á skúlaskapin hjá okkara tannáringum.
– Skúlin í Eysturkommunu er 2-sporaður í øllum árgangum við ógvuliga passaligum næmingatali í flokkunum.
– Vaksandi kommuna og ikki óhugsandi, at vit fara at hava trý-sporaðan skúla í fleiri árgangum, um 20-næmingafloksmarkið kemur í gildið.
– Fleiri næmingar = fleiri miðfirraðir tímar at ráða yvir (og jú, tað er eitt argument, tí um vit hava allar næmingarnar hjá okkum, fara allir tímarnir altíð til okkara næmingar).
– Skúlin fær praktik vegleiðari/skúlavegleiðara, sum starvast á okkara skúla.
– Skúlin gerst nógv attraktivari arbeiðspláss, og tá er størri møguleiki at fáa starvsfólkið við júst røttu kvalitetum í starv, og at fáa javnari kynsbýti í lærarahópinum.
– Núverandi næmingatal í framhaldsdeildini útloysa í minsta lagi 7 lærarastørv – og um karmarnir eru góðir, eru sannlíkindi fyri, at fáa nógvar, góðar umsøkjarar og soleiðis kunna seta í starv eftir okkara ynskjum og tørvi. 

Ein skúli: Allar næmingar í Eysturkommunu undir sama tak! 

– Onki regulert skúlaskifti.
– Økja sannlíkindini munandi fyri fakligum kontinuiteti.
– Økja sannlíkindini munandi fyri kontinuiteti í skúla-heim samstarvi. 

– Skapa felagsskaps kenslu.
– Hava felags skúlatiltøk, sum savna ein ógvuliga stóran part av eysturkommunubúgvum. 

– Skapa felags skúlamentan í Skúlanum í Eysturkommunu.
– Allir tímar til førleikastovu samlaðir undir einum taki – hetta gevur betur møguleika at hava eina nógv sterkari førleikastovu við betri tilboðum til t.d. serstovur.
– Nógv attraktivari arbeiðspláss og væl størri møguleiki at fáa starvsfólk við júst røttu kvalitetum og fáa javnari kynsbýti.
– Felagsøkir og felagshølir kunnu brúkast av øllum, og hetta er økonomiskari at byggja og reka.
– Tættari samband millum leiðslu og starvfólk á skúlanum.
– Betri møguleikar at brúka ymisku kvalitetirnar hjá starvsfólki á røttum stað.
– Størri sannlíkindi fyri, at starvsfólk ikki sovna fakliga, tí tey ikki nýtast at starvast í somu deild í áravís.
– Sannlíkindini fyri samstarvi í starvsfólkahópinum størri: t.d. at øll, sum varða av rokning eru saman um eitt rokniátak
– Nýgerð av skúla er ein upplagdur møguleiki at vera framsøkin og mynda skúlaskap og skúlamentan í Eysturkommunu nógv ár framyvir. 

Vegamót 

At byggja felags skúla kom ikki upp á tal, tá Eysturkommuna bleiv til; men Víkingur er prógvið hjá okkum eysturbúgvum um, at tað ber til at sameina okkum og standa saman um nakað størri enn smá-lokalar kenslur. 

Ætlaða um- og útbyggingin av Leirvíkar skúla er mett at liggja um 80 milliónir krónur. Byggingin er harðliga tiltrongd; men verður hetta sett í gongd eftir núverandi tekning, kann hetta spenna bein fyri einum felagsskúla – í hvussu er bindir hetta ein felagsskúla at byggjast har og byggjast út frá hasari tekningini. 

Skúlin við Gøtugjógv skal hava nýggj fakhølir og partar av skúlanum útbyggjast og setast í stand. Har afturat skal peningur brúkast upp á framhaldsdeildina – óansæð, hvar hon skal húsast. Kostnaðarmetingin fyri hetta liggur um 40 milliónir – um bygt verður eftir tekningini, sum varð løgd framm á borgarafundinum týskvøldið. Í alt tosa vit um í minsta lagi 120 milliónir, sum skulu brúkast til skúlabygging í nærmastu framtíð óansæð, hvør loysn verður vald. Eg haldi snøgt sagt ikki, at vit kunnu loyva okkum at byggja eina miðalgóða loysn fyri hasa upphæddina. Vit skulu hava eina framúr loysn. 

Míni tilmæli til ein felags skúla í Eysturkommunu fyri 0. – 9. flokk 

– Bygg í lonum, t.d. eina lon til hvørja deild í skúlanum. Næmingarnir skulu hava kenslu av, at tey ganga í eini lítlari eind, tí sannlíkindini fyri at detta ímillum, eru størri í stórum eindum. 

– Innrætta lonirnar, so tær hóska til tørvin hjá aldursbólkinum, sum heldur til har.
– Bygg og innrætta útiøkir til deildirnar hvørsær, soleiðis at lættari er hjá vaksnum at hava eyguni við børnunum og at umstøður hóska til tørvin í aldursbólkinum.
– Bygg soleiðis at næmingarnir kenna seg vaksnar og eru spentir, tá teir flyta í aðra deild – uttan at hetta er eitt regulert skúlaskifti.
– Hvat skal mynda skúlan í Eysturkommunu? Hvat skal hjartað í okkara skúlaskapi vera? 

– List? Fakligheit? Náttúran? Ella okkurt heilt annað? Bygg hjartað í hjartað á skúlanum!

– Bygg felags hølir og felags økir, har fleiri deildir kunnu hittast og deila karmarnar.
– Bygg stórt, fleksibult felagshøli, sum rúmar øllum næmingum í skúlanum í  Eysturkommunu umframt foreldrum teirra til felags tiltøk, sum skulu savna okkum øll og virka undir góðum samanhald millum íbúgvar í kommununi. 

Nøkur avsluttandi orð 

Partar av skúlabygningunum í Leirvík og við Gøtugjógv eru í syndarligum standi og hetta hevur ávirkað – og ávirkar enn – arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólki negativt. Skuldi avgerð verið tikin um at steðga út- og umbyggingini í Leirvík; merkir tað sjálvandi eisini, at ongar, stórar íløgur verða lagdar í skúlan við Gøtugjógv, fyrrenn endalig avgerð er tikin um eina heildarbygging á skúlaøkinum. 

Eg eri fullgreið yvir, at tað fer at smakka ógvuliga beiskt hjá starvsfólki í skúlanum í Eysturkommunu – og skjótt er at hugsa, at hetta einans fer at føra til drál, soleiðis at ongin avgerð verður tikin um nakað sum helst – og starvsfólk og næmingar aftur skulu bíða uttan at vita, hvørjum bíðað verður eftir. Um avgerð verður tikin um at steðga byggingini, er tí alneyðugt, at tit politikarar, sum varða av skúlanum, arbeiða skjótt og væl við endaligari loysn og gera tykkara besta íkast fyri, at starvsfólkið kennir seg sætt og virt í bíðitíðini. 

Staðsetingin av skúlanum eigur ikki at skilja okkum – men heldur at vera ein spurningur um byggilendi, veður og vind, umhvørvi og pengar. Byggilendi hava vit í ríkiligt mát sentralt bæði í Leirvík, Norðragøtu og við Gøtugjógv. – Koma vit ikki at hava tørv á onkrum av okkara skúlabygningum til skúla, hava vit so sanniliga tørv á leiguíbúðum! 

Vit skulu vera framsøkin, tora at droyma og gera dreym til veruleika við at bróta upp úr nýggjum, byggja nýtt og mynda okkara skúla. Vit skulu taka ábyrgd av okkara komandi ættarliðum og bjóða teimum eina framúr skúlaloysn, sum heldur í nógv ár framyvir. 

Eysturkommuna – savnandi, framsøkin, opin og vinarlig 

Rebekka Jensen