Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.11.2022 22:38

Øll skulu hava møguleika til varandi bústað (Løgtingsval 2022)

Mynd: Fía Selma Nielsen

Lesarabræv

Umleið 2.500 fólk eru á bíðilista til leigubústað hjá Bústøðum. Bústaðir hava 380 leigueindir og 146 eru í gerð. Hjá Bústøðum merkja tey stóran eftirspurning eftir íbúðum, serliga frá yngri og eldri føroyingum. Eftirspurningurin og tørvurin hjá hesum aldursbólkum er tó ikki tann sami, og tað er serliga eftirspurningurin hjá teimum yngri eftir smærri íbúðum, sum ikki verður nóg væl møttur.

Nógvar kommunur hava onki tøkt grundstykki, men er man so heppin at fáa grundstykki, so er ikki vist at man hevur ráð og hug at byggja – tí skuldarbyrðan ofta verður drúgv og tung.

Seinastu árini hevur verið stórur fólkavøkstur í Føroyum, umframt at ferðavinnan er vaksin heilt nógv. Hesi bæði hava økt eftirspurningin eftir búeindum munandi. Sambært hagstovuni so eru vit 5.449 fleiri íbúgvar í Føroyum í dag, enn fyri 10 árum síðani. Í sama tíðarskeiðið eru 1.273 bústaðir bygdir, sambært íbindingartølunum frá SEV.

Fólkaflokkurin vil hava, at øll hava møguleika at hava ein varandi bústað. Vit kunnu loysa hesa avbjóðingina, við at loyva bústøðum at byggja nógv meira, og at gera karmar fyri einum vælvirkandi lutaíbúðarmarknaði.

Gevur tú mær títt álit á valinum 8. Desembur fari eg at virka fyri hesum.

Gott val – X við A

Fía Selma Nielsen