Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.06.2025 08:45

Øll rossini úr Gøtu komu heim við heiðursmerkjum

Mynd: Sleipnir ríðingarfelag

Sleipnir ríðingarfelag

Farna vikuskifti var ársins fyrsta FM-kapping í kappríðing hildin vesturi í Vágunum.

Hjá okkum úr Sleipnir ríðingarfelag fingu vit eina sera góða byrjan uppá kappingarárið 2025.

Eitt gull- og tvey silvurheiðursmerkir kláraðu okkara ungu gentur at ríða seg til.

Hjá okkum eru Simona Tornby og Lív Djurhuus nú blivnar ávíkavist 13 og 14 ára gamlar.

Í 2024 vunnu hesa báðar, saman við øðrum, eina rúgvu av heiðursmerkjum til okkara lítla felag.

Lív og Dropi eru føroyameistarir í trav.

Simona og Gígur vunnu 2. pláss í FM í trav.

Simona og Kiljan vunnu 3. plássið í FM í tvíspor fyri ung.

So spenningurin var stórur, hvussu fór at ganga til ársins fyrstu kappríðing sum var leygardagin.

Tann fyrsta kappríðingin er altíð serliga spennandi – hvør meldar til í ár?, hvørji hava vant nógv?, eru nýggj ross við?, osfr.

Okkara gentur hava vant, og av tí at árið í fjør hildnaðist væl, so var eisini eitt sindur hjá teimum at liva upp til.

Sjálvt um veðrið ikki skikkaði sær sum væntað, so hildu Lív og Simona fram har tær sleptu í fjør – við øllum trimum rossunum vunnu tær sær umráðandi stig og góðar plaseringar.

Úrsitini hjá okkum hesaferð:

Lív og Dropi nr. 1 í trav

Simona og Gígur nr. 2 í trav

Simona og Kiljan nr. 2 í tvíspor ung

Úrslitini í trav:

Nr 1. Lív og Dropi tíð 36,49

Nr 2. Simona og Gígur tíð 38,29

Nr 3. Marner og Gletta tíð 40,59

Úrslitini í tvíspor Ung:

Nr 1. Sólrun og Thor tíð 19,31

Nr 2. Simona og Kiljan tíð 19,49

Nr 3. Eyðdis og Orka tíð 19,66

Serliga tíðirnar í tvíspor fyri ung eru sera tættar, so her kann nógv henda í teimum komandi fýra FM-kappingunum.

Spennandi verður at fylgja við.

Næsta kappríðing verður við Leynavatn leygardagin 28. juni.

Myndir: Sleipnir ríðingarfelag