Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.06.2025 08:23

Øll heystgýtandi sildin fiskað

Mynd: Havstovan

Felagið Nótaskip

Kvotan í ár er 11.750 tons, og tað hevur hon verið seinastu árini.

Tey føroysku uppsjóvarskipini hava seinastu mánaðirnar fiskað alla kvotuna av heystgýtandi sild fyri 2025. Kvotan í ár er 11.750 tons, og tað hevur hon verið seinastu árini. Flestu uppsjóvarskipini hava kvotu av heystgýtandi sild, har kvoturnar kortini eru ymiskar í stødd hjá skipunum.

Fiskaðu ikki kvotuna í fjør

Í fjør ávirkaði verkfallið á arbeiðsmarknaðinum nógv fiskiskapin, tí tað ikki var møguligt at landa veiðuna í Føroyum. Í fjør vórðu fiskað 3.600 tons av heystgýtandi sild.

Heldur til á føroyska landgrunninum

Tann heystgýtandi sildin er ein sildastovnur, ið fyri tað mesta heldur til á føroyska landgrunninum, meðan stovnurin av norðhavssild er ein størri stovnur, sum gýtir fram við norsku strondini og ferðast rættiliga víða.