Lesarabræv
Undir slagorðunum “Courage to continue” bjóðaði oljulobbyisman herfyri til pinnamat í Stavanger. Okkara landsstýrismaður í vinnumálum leyp sjálvandi glaðbeintur avstað.
Í løtuni, sær tað út til, at kósin í orkupolitikki landsins er at smikra á knæ fyri oljuídnaðinum.
Stuttskygdur vinningur verður settur framum bæði vitan og etiska spurningin um, hvønn heim vit vilja lata frá okkum.
Ótíðarhóskandi politiskir dreymar
Í seinastuni hava føroyskir politikarar nærmast staðið í kø fyri at tosa um dreymin um føroyska olju og gass. Hetta hendir, meðan avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum gerast alsamt sjónligari kring heimin.
Eg havi hug at spyrja, hvat endamálið er við framvegis at brúka almennar pengar og politiskt fokus upp á at fáa gongd á eina føroyska fossila vinnu, sum eftir meira enn 25 ár við oljuleiting, enn ikki hevur framleitt eina einastu tunnu av olju.
Níggju leitibrunnar eru boraðir á føroyska landgrunninum. Eingin vinnulig oljuframleiðsla er komin burturúr. Tá fjórða útbjóðingarumfarið varð hildið í 2017/18, hevði Jarðfeingi ferðast á ráðstevnur kring heimin og marknaðarført føroyska landgrunnin fyri oljufeløgum. Úrslitið var ein skallut umsókn. Við fimta og seinasta útbjóðingarumfarinum í 2019 varð heldur onki loyvi givið.
Dyrnar standa enn opnar. Við sokallaðu Open Door-skipanini kunnu oljufeløg framvegis søkja um loyvi til at leita eftir og framleiða kolvetni á føroyskum øki uttan fyri vanligt útbjóðingarumfar. Men higartil er einki nýtt leitiloyvi ella borivirksemi.
Kann tað hugsast, at oljudreymurin, sum einaferð skuldi fíggja loysingina og nú sambært summum, ironiskt nokk, skal fíggja grøna orkuskiftið, bara er júst tað: ein dreymur?
Er hesin dreymurin nakað annað enn populistisk úttalilsi frá einstøkum føroyskum politikarum?
Ikki tí Føroyar hava stongt dyrnar, men tí vinnan sjálv ikki heldur møguleikan vera nóg áhugaverdan til at koma innar. Og tí okkara dreymur er so ótíðarhóskandi, at tað onga meining gevur.
Gera vit tað ikki, ger onkur annað tað bara
Ofta verður sagt, at taka vit ikki oljuna upp, ger onkur annar tað. Tað er eitt hugtak, sum mann nevnir leakage. Tað merkir, at minni framleiðsla í einum landi kann føra til hægri oljuprís og harvið økta framleiðslu aðrastaðni. Men tað merkir ikki, at hvør tunna verður erstattað av einari aðrari. Leakage kann vera stórt, men ikki ein til ein. Minni útboð hækkar prísin, minkar um eftirspurningin og kann minka um leiting og nýggj øki, ið verða funnin.
Tí hevur tað framvegis veðurlagsávirkan at lata oljuna liggja. Vit sleppa ikki undan ábyrgd við at siga, at vit eru ov smá til at gera mun, at oljan og gassið verður brent óansæð.
Orkutrygd og “rein demokratisk olja”
Tá føroyski oljudreymurin verður vardur, hoyra vit ofta somu argument sum í Noregi og Bretlandi. Eitt tað vanligasta er orkutrygd. Sagt verður, at Evropa framvegis hevur brúk fyri olju og gassi, ikki minst eftir russisku innrásina í Ukraina.
Jú, tað er rætt. Heimurin brúkar framvegis olju og gass. Men tað merkir ikki, at vit hava brúk fyri at leita eftir enn meira fossilum brennievni ið skal framleiðast, seljast og brennast nógv áratíggju fram í tíðina.
Nýggj felt, sum fyrst skulu finnast og síðani byggjast út, nøkta ikki orkutørvin her og nú. Tey skulu forrenta milliardíløgur við framleiðslu langt inn í 2040ini og 2050ini.
Rosebank, stóra olju- og gassverkætlanin beint hinumegin markið í Hetlandsrennuni, er eitt gott dømi. Tað er eitt av størstu óútbygdu olju- og gassfeltunum á bretska landgrunninum, við eini ætlaðari framleiðslutíð á umleið 25 ár.
Í løtuni er støðan tann, at Bretland ikki letur nýggj loyvi at leita eftir nýggjum feltum, tó at verandi halda á fram.
Noreg roynir at lata nýggja olju- og gassleiting í átiligan ham við orðum sum orkutrygd, við lyftum um arbeiðspláss og “reinari demokratiskari” oljuframleiðslu.
Vit eiga at spyrja, hví Føroyar skulu loypa aftaná.
Noreg og Bretland hava eina olju- og gassvinnu at verja og avvikla. Tað hava vit ikki. Tíbetur.
Í einum heimi, sum noyðist burtur frá fossilari orku, er tað óskiljandi at brúka politiska orku og almennar pengar upp á at fáa Føroyar við í oljuveitsluna, júst tá morgunballið er um at vera av, og timburmenninir eru av einum slagi, vit ikki hava ráð til.
Alsamt størri óvissa
Oljan verður ofta umrødd, sum var hon ein sjálvsagdur møguleiki fyri vinnuligum vøkstri og almennum inntøkum. Men nýggjar fossilar verkætlanir eru eisini ein langtíðaríløga í eini vinnu, har politisku og rættarligu fortreytirnar eru í broyting.
Í 2024 staðfesti Evropeiski Mannarættindadómstólurin, at vantandi veðurlagstiltøk kunnu vera brot á mannarættindini. Árið eftir kom Altjóða Dómstólurin í Haag, ICJ, við eini enn víðfevndari vegleiðandi niðurstøðu. Dómstólurin staðfesti, at lond hava rættarligar skyldur at verja veðurlagsskipanina, har fossil framleiðsla, leitiloyvi og stuðul til fossila vinnu eru viðurskifti, ið kunnu hava týdning fyri altjóða ábyrgdina hjá einum landi.
Tað er sjálvandi ikki tað sama um, at oljuleiting nú er ólóglig. Men spurningurin um fossila framleiðslu er, umframt at vera politiskur og búskaparligur, eisini er rættarligur. Tað snýr seg eisini um skyldurnar, lond hava mótvegis náttúru og menniskjum.
Í 2025 staðfesti ein skotskur dómstólur, at mynduleikagóðkenningin av Rosebank var ólóglig og skuldi ógildast.
Orsøkin var, at útlátið av brenningini av olju og gassi sum kemur úr feltinum ikki var tikið við í umhvørvismetingarnar.
Hetta kom í kjalarvørrinum á einum prinsipiellum dómi í bretska Hægstarætti í 2024, har meirilutin staðfesti, at tá ein oljuverkætlan verður umhvørvismett, ber ikki til bara at hyggja at útlátinum frá sjálvum boripallinum og framleiðsluni. Útlátið av oljuni, sum seinni verður brend, er eisini ein avleiðing av verkætlanini og skal takast við.
Sami spurningur er nú fyri í norska Hægstarætti. Har bíða norska stjórnin og umhvørvisfelagsskapir nú eftir dóminum í einum máli um loyvini til trý oljufelt og um, hvussu útlátið frá brenningini av oljuni og gassinum skal metast.
Og hetta eru ikki eindømi. Úti í heimi eru fleiri veðurlagsrættarmál.
Tá vit í dag tosa um eina møguliga føroyska oljuvinnu, tosa vit tí ikki um somu vinnu, sum vit droymdu um í 1990’unum. Vit tosa um íløgur, sum skulu bera seg í fleiri áratíggju, í einum heimi har veðurlagsreglur verða strangari, og har spurningurin um ábyrgd fyri útlátið av fossilari orku í størri mun (og sum rætt er!) endar í rættarsalunum.
Tað eru tí ikki bara nøkur ør umhvørvisfólk, ið rópa varskó, men ein váði fyri framtíðina. Náttúrumessiga, politiskt, rættarligt og búskaparligt.
Hvørt tons telur
Vit vita at hvørt tons av útláti ávirkar veðurlagskipanirnar. Veðurlagspanelið hjá ST, IPCC staðfestir greitt, at hvørt einasta tons av CO2 økir um alheimsupphitingina.
Tí gera eisini vit mun.
Vit taka ikki framtíðina í álvara, tá vit leggja eina nýggja fossila vinnu afturat tí dálking, vit longu hava í ovurmát.
Velja vit ta leiðina, so er minsta krav, at politikararnir greiða okkum frá avleiðingunum: Hvussu nógv útlát eru vit til reiðar at ábyrdast fyri? Hvussu samsvarar tað við okkara veðurlagsmál og búskap? Hvussu svara vit, tá spurt verður til ábyrgdina, ið er áløgd okkum í m.a. Evropeiska Mannarættindadómstólinum og Altjóða Dómstólinum?
“Courage to continue”, siga tey í Stavanger.
Onkuntíð krevst dirvið at ásanna, at tíðin er komin at vakna úr dreyminum og velja eina aðra kós.
Ingilín D. Strøm
Nevndarlimur í FNU