Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.03.2026 11:11

Oliver Tree · Sakaris · Duo Ruut · Joe & The Shitboys!

Tiðindaskriv/ G! festival

Vit kunngera í dag heimsstjörnuna Oliver Tree og trý onnur spennandi növn. Öll eru tey eitt sindur lögin, hvör á sín hátt, men samstundis eru öll fangandi.

Frammanundan eru hesi növnini kunngjörd: Clickhaze, Frændur, Fantastic Negrito, Guðrið Hansdóttir, Moyka, Irah, Elinborg, Døgg Nónsgjógv, Tamikrest, Printz Board & the Butter Funk Family, Jerub, Marianna Winter, Tunghoyrt, Lynks, Alterne og Bolstad.

Oliver Tree

Serlingur við stórum hittum

Amerikanska stjörnan úr Kaliforniu, Oliver Tree, hevur lög sum: “Life Goes On” og “Miss You“, sum saman við fleiri öðrum kendum lögum hava milliardir av stroymingum. Brúkar tú TikTok og líknandi, hevur tú sannlíkt hoyrt onkur lög hjá honum og sæð hendan sersköltin dansa á skerminum. Altíð í undarligum klæðum og parykkum er hann eitt stað ímillum popp og tað alternativa, tað fjolluta og tað álvarsama, internetið og veruleikan.

Vit fyrireika okkum til tað óvæntaða, og gleða okkum til heimsstjörnan Oliver Tree kemur at framföra á G! 2026

Tú MÁST fara!

Sakaris

Peppað og skemtiligt sjálvsspeisemi

Eingin er sum Sakaris. Lagsmiðurin, framleiðarin og upptraðkarin. Evnini hevur hann í ovurmát. Altíð löddur við undirspældum og skemtiligum sjálvsspeisemi. Ja, hann er av sonnum kongurin av sjálvsspeisemi, og tað ger hann framúr. Hann fær teg at hugsa, at alt er bara skemt og spei. Men okkum lumpar hann ikki, tí vit vita at hann í veruleikanum er ein av okkara stinnastu lagsmiðum og framleiðarum yvirhövur! Og hóast vit hava upplivað hann fleiri ferðir á G! áður, so verður tað í ár við einum nógv störri bólki enn vit eru von við. Sum hann sjálvur lýsir tað, so verður tað við skítfullari manning! 

Vit gleða okkum at peppast saman við Sakarisi á G! 2026


Duo Ruut

Tvær röddir og eitt ljóðföri

Duo Ruut úr Estlandi er, sum navnið leggur upp til ein duo. Talan er um tvær kvinnur, sum á serligan hátt nærum eru flættaðar fullkomiliga saman, sum tónleikaligir siamesiskir tvíburar. Tær standa hvör sínu megin og spæla á eina og somu kannel (líkt eini hörpu), ið tær megna at fáa ljóð úr, sum var tað eitt heilt orkestur. Og tær syngja so væl saman, at tú hoyrir ikki hvar onnur byrjar og hin endar. Tónleikurin er grundaður í estiskum upprunatónleiki, men ljóðið er frískligt, og kundi fyri tað verið nýggjur poppur, framfördur akustiskt. Gleði tykkum til at vera sogin inn í eina hypnotiska lötu saman við Duo Ruut, á G! 2026.

Joe & The Shitboys 

Viðmældir av Iggy Pop!

Um Iggy Pop sigur tað, so verður tað so! Og hann sigur, í eini podkast sending fyri og aðrari eftir, at Joe & The Shitboys er besti bólkurin í heiminum beint nú! Punkabbin og stóra fyrimyndin, Iggy Pop, hevur enntá haft föroysku Joe & The Shitboys við á konsertferð at hita upp fyri seg. Men rætt skal vera rætt, vit vistu alt hettar áðrenn Iggy Pop. 

Bólkurin hevur í sambandi við FMA júst vunnið væl uppibornu “Ársins útflutningsvirðislön”. Vit gleða okkum til Joe og lortendarnir allir koma at sparka dintil á G! 2026

Spjaldur