Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.02.2025 21:36

Olaf til ÍF

Mynd: ÍF

ÍF skrivar:

Vit hava í kvøld gjørt avtalu við klaksvíkingin, Olaf K Hansen, ið inniber, at hann kemur at leika í reyða búnanum kappingarárið 2025.

Ungi miðvallarin er higartil skrásettur fyri 3 dystir í betri deildini, og omanfyri 100 dystir í 1.deild, allar fyri barndómsfelagið KÍ. 

Vit gleðast um at Olaf velur ÍF, og ynskja honum góða eydnu við nýggju avbjóðingini.