Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.07.2025 22:22

Olaf hevur fingið sítt leikbann

Olaf verður ikki við komandi dystinar hjá Víkingi (Mynd: Eysturoyarporrtalurin)

Víkingavongurin, Olaf Bárðarson, sum fekk beinleiðis reytt kort í fyrra Champions League dystinum móti Lincoln Red Imps í Klaksvík, hevur nú fingið at vita hvussu langt leikbannið verður.

3 dystir leikbann hevur hann fingið at vita at hann skal sita yvir. Sostatt skal hann eisini sita yvir tveir teir komandi dystirnar í Conference League sum Víkingur skal spæla.

Hvør mótstøðan verður, fast at vita mánadagin, tá ið lutakastið verður í Nyon í Sveits.