Víkingaleikarin, Olaf Bárðarsson, sum hevur verið ein týðandi leikari hjá felagnum í Eysturkommunu seinastu árini, hevur nú funnið sær nýtt felag.
Tað hevur verið prátað um tað í eina tíð, og í dag er tað so staðfest, at Olaf Bárðarsson fer av landinum at spæla við norska felagnum Sandnes Ulf komandi tvey árini.
Sandnes Ulf spælir í norsku Obosligaen, sum er norska næstbesta deildin.
Og Olaf skal spæla við nummar 7 á rygginum sigur felagið á heimasíðu síni.
Meira kann lesast á heimasíðuni hjá Sandnes Ulf
