Veðurstova Føroya
Nú oktober mánaðurin er farin afturum, hvussu royndist hann til veður?

Oktober byrjaði heldur illfýsin um okkara leiðir. Fríggjadagin 3. oktober fór eitt djúpt lágtrýst beint suður um Føroyar við nógvum vindi serliga í Skotlandi og Noregi. Í Føroyum vóru vit ikki so hart rakt, hóast miðalvindurin fór upp í storm av útnyrðingi eitt skifti.

Tíbetur var hetta ikki gongdin í oktober, men heldur undantakið. Hetta lágtrýstið fór sum frá leið víðari í landsynning inn yvir Danmark, Týskland og Svøríki og hevði við sær fitt av vindi í hesum londunum eisini.
Í staðin gekk lang tíð, áðrenn næsta lágtrýstið lá yvir Føroyum. Jetstreymarnir vildu heldur, at lágtrýstini, sum komu úr Norðuratlantshavinum, fóru í landnyrðing ímóti Íslandi og Grønlandsfjørðinum. Brúgvaløg úr lágtrýstunum ferðaðust javnan fram við Føroyum næstu dagarnar við nakað av regni og einum frískum loti, ið javnan kom av útsynningi.
Tó kom stígur í miðskeiðis í mánaðanum, har ið næstan einki avfall kom niður. Eitt hátrýst í Norðuratlantshavinum var í menning og flutti seg eystureftir ímóti Bretlandi, haðani tað lá næstan stilt í eina viku. Hetta merktist eisini í Føroyum, har løturnar yvirhøvur vóru góðar og stillar.

Seinasti triðingurin av oktober 2025 var merktur av heldur umleypandi veðri. Nógv ymisk lágtrýst tóku seg upp og mentust um somu tíð í Norðurtatlantshavinum, og nú byrjaðu tey at fara í eystan beint inn yvir Skandinavia. Hetta hevði fyrst við sær løtur við eysturætt og vátum veðri, men so hvørt sum lágtrýstini vóru farin eysturum, so høvdu tey hug at senda kalda luft norðanífra suðureftir ímóti Føroyum.

Hetta kalda rákið hevði við sær frostlíkindi í Føroyum fram til seinasta dagin í oktober, fríggjadagin 31. oktober. Tá var eitt nýtt djúpt lágtrýst í Norðutatlantshavinum farið at ganga í norðan, og brúgvalag haðani við nógvum regni rakti Føroyar út á kvøldið. Vit komu tískil vát inn í november.
Mest vanliga ættin í oktober var útsynningur, og tað stóðst serliga av fyrru helvtini í oktober, har lágtrýstini høvdu hug at fara norður um Føroyar. Eisini var hátrýstveðrið miðskeiðis í oktober ein stór orsøk til, at útsynningur gjørdist mest vanliga ættin. Annars sæst høgættarrákið síðst í mánaðanum eisini aftur á myndini sum næst mest vanliga rákið í oktober 2025.

Í oktober 2025 komu 111,8 mm av avfalli niður. Hetta er áleið sama mongdin, sum í oktober í fjør, tá tað komu 121,0 mm av avfalli niður. Samanborið við veðurlagsmiðalið var oktober 2025 eitt vet turrari enn vanligt, tí í miðal koma 146,8 mm av avfalli niður hvønn oktober mánað. Vátasti oktober mánaður seinastu 30 árini var, fyri júst 30 árum síðani, í oktober 1995 – tá komu heili 305,8 mm av avfalli niður.
Útsynningurin í oktober 2025 gav okkum ein miðalhita á 8,6 stig. Hetta er nakað lýggjari enn oktober í fjør, tá ið miðalhitin var 7,7 stig, og er tað eisini lýggjari enn veðurlagsmiðaltalið fyri oktober, sum liggur á 7,8 stigum. Heitasti oktober mánaður seinastu 30 árini var í 2016 – tá var miðalhitin 9,6 stig.
Vit høvdu viðhvørt eitt frískt lot í oktober, men nærum ongar støður við stormi. Bert eina ferð mátaði veðurstøðin í Tórshavn miðalvind oman fyri 23 m/s. Tað var 10. oktober 2025, tá ein kuldabrúgv júst var farin framvið. Annars vóru aðrar dagar við stormlíkindum, serliga 4. oktober, sum nevnt áður, og fríggjanáttina 31. oktober, dagin fyri steypafinaluna í fótbólti, tá ið nógvar veðurstøðir mátaðu hvirlur oman fyri storm. Harðasta hvirlan hesa náttina var á veðurstøðini í Tórshavn máld til at vera 30,5 m/s.

