Sleipnir Ríðingarfelag skrivar:
Í fjør áttu vit, í okkara lítla felagi millum annað, føroyameistaran í trav og vinnaran av tvíspor kappiningini fyri ung á ólavsøku.
At vinna á ólavsøku er nakað serligt.
Aftur í ár eru Lív G. Djurhuus og Simona Tornby við tá ið kappast skal á ólavsøku.
í fjør vunnu Simona og Kiljan òlavsøkukappríðinina, so ferðasteypini eru graveraði og avleveraði.
Met nógv ross eru meldaði til ólavsøkukappríðingina í ár, har vit øll, bæði luttakandi og áskoðarir, sleppa at uppliva og royna nyggju umstøðurnar á økinum hjá Føroya ríðingarfelag í Havnadali.
Kappingin er hørð, nógv ross eru við, og nógv kann henda á spildur nýggja bananum í Havnadali.
Vælkomin til ólavsøkukappríðing 29. Juli kl. 15 í Havnadali