Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.09.2022 07:51

Ocean Rainforest á Vísundavøku

Mynd: Ocean Rainforest

Ocean Rainforest verður á Vísundavøku í Løkshøll, har møguleiki verður at kunna seg um stóru granskingar og mennigarætlanina SeaMark, sum hevur fingið viðfígging frá ES og sum er samskipað av Ocean Rainforest.


Tarin, sum er aldur, er vistfrøðiligur, burðardyggur og góður fyri umhvørvið. Hann skapar eitt heim fyri
fiskar og skeljadjór, sum liva í havinum, umframt at tarin upptekur CO2 úr sjónum. Harumframt inniheldur
tarin føðsluevni, sum egna seg sera væl sum kostískoyti hjá fólki og djórum.


Ocean Rainforest er eitt føroyskt felag, sum arbeiðir við vinnuligari taraaling og -framleiðslu.
Í dag hevur felagið umleið 150.000 metrar av sáddum tarateymum í Funningsfirði og á Gøtuvík. Harumframt
fremur felagið royndaraling í Kalifornia í USA.


Úrdráttir, sum koma burturúr taranum, verða brúktir til ymiskar framleiðslur. Í høvuðsheitum verður tarin
brúktur í matvørum, djórafóðri, kosmetikki og heilsuvørum. SeaMark verkætlain skal m.a. menna 12
ymiskar vørur burturúr taranum. Á Vísundavøkuni ber til at frætta meira um hetta.


Vit gleda okkum at síggja tykkum 23. september í Løkshøll.