Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.10.2025 15:03

Obama flatmaðkurin skrásettur í Føroyum

Biofar

Stutt síðan skrivaðu vit um eitt nýtt slag av flatmaðki fyri Føroyar, sum var avmyndaður í einum urtagarði í Leirvík. Herfyri tók Biofar ímóti einum øðrum slagi av flatmaðki.

Biofar hevur móttikið ein flatmaðk, sum er komin úr urtapotti í Tórshavn. Maðkurin máldi einar 7 cm. Brúnligur á liti, við ljósari miðlinju; síðurnar við myrkt- og ljóstbrúnum mynstri. Biofar hevur eyðmerkt hann sum Obama nungara; vanliga nevndur ”Obama flatmaðkurin”. Hetta varð seinni eisini váttað av serfrøðingi.

Navnið Obama kemur tó ikki av navninum hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, men av orðunum ”oba” og ”ma”, sum ávíkavist merkja blað og djór á brasilska uppruna málinum Tupi.

Obama flatmaðkurin stavar upprunaliga frá Argentina og Brasil, men varð fyrstu ferð staðfestur í Europa í 2013. Hetta var í Fraklandi. Síðan hevur hann spjatt seg til m.a  Spania, Portugal, Italia, Bretland og Svøríki. Hildið verður, at hann er komin til Europa við mold.

Í Bretlandi er hann t. d. skrásettur norðaliga í Skotlandi, tí er ikki óhugsandi, at hann kann fáa fótarfesti í Føroyum.

At sleppa undan hesum, er torført, tí at hava eftirlit við t. d. urtapottum, plantum og mold er trupult. Smáir flatmaðkar kunnu fjala seg í moldini og tí vera torførir at síggja. Eisini kunnu spunahylkini (kokonir), sum eru ”eggini” hjá maðkinum, vera fjald á ella í einhvørjum.

Maðkarnir goyma seg í moldini um dagin og fara út at reika í myrkri, har teir veiða reyðmaðk. Av tí at teir eru myrkir eru teir torførir at fáa eyga á, tá teir eru fáir í tali. Ikki fyrr enn teir fáa fótin fyri seg og vera í ovurmát, gerst ein varur við teir. Tá er at kallað ógjørligt at beina fyri teimum.

Av hesum kunnu teir koma fyri seg og gerast fleiri í tali. Tá er ofta ov seint og at kalla ógjørligt at beina fyri teimum.

Spjaldur