Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.05.2023 22:19

O, Kringvarpið! 4. partur: Hvar er trúvirðið?

Mynd: Johan Petersen

Mynd: Johan Petersen

Lesarabræv

Hvar er trúvirðið?
Kringvarpið hevur nú sent 4. part í sendirøðini O, móðurlandið! sum gongur fram til aldarskiftið. Millum tema´ini, sum hava verið í 1., 2. og 3. parti, eru m.a. koloniir, fólkamorð (!) og kollapsið av føroyska samfelagnum fyrst í 1990´unum. Í 4. parti verður bjarganin av føroyska samfelagnum umrødd eins og royndirnar at skipa Føroyar sum eitt fullveldisríki.

Eins og i hinum pørtunum er okkurt av tí, sum verður framborið, rætt (eitt nú, at Poul N. Rasmussen var eitt politiskt kloss) og eigur KvF rós fyri hendan partin. Men at upphevja føroysku fólka(for)førarnar løgmann og varaløgmann í fullveldislandsstýrinum 1998-2004 til farran av bíbilskum dimensiónum, er tað reina blasfemi. Og tíverri er søguforteljingin í hesum parti framvegis so einsporað nationalistisk, at sendingin er meiri villleiðandi og søgufalsan, enn søguliga korrekt. KvF velur hegnisliga viðmerkjarar, sum í størsta møguligan mun stuðla upp undir narrativ KvF´s og tess nationalistisku agenda:


Og ikki nokk við tað, eisini listin yvir bókmentir avdúkar, at bert nationalistiskar bókmentir liggja til grund fyri sendingini:


Hetta vísir við allari týðuligheit, at onnur sjónarmið enn tey hjá loysingarfólki eru ikki áhugaverd!
Landsstýrisskeiðið, har Marita Petersen var løgmaður og skeiðið frá 1994-98, har Edmund Joensen var løgmaður, verða nærum heil lopin um, hóast tað júst vóru hesi tíðarskeið, arbeitt var við at fáa fótafesti aftur eftir kreppuna. Við onkrum lítlum politiskum intermezzo í Javnaðarflokkinum og Verkamannafylkingini, frá tí, at Sambandsflokkurin gerst stóri vinnarin við valið í 94 til Edmund Joensen “leggur kongin” í 98, nevnir sendingin onki um, hví og hvussu vit í 1998 hava “vunnið á kreppuni” og “eitt heilt annað huglag er á føroyingum í 1998”! Ikki eitt orð um, at landsstýrissamgongan frá 94 til 98 broytti alla politisku umsitingina frá kollegialum stýri, har øll og ongin hevði ábyrgdina av nøkrum (og sum átti høvuðsábyrgdina av kreppuni), til ráðharraábyrgd, broytti stýrisskipanina samsvarandi, fekk løgtingið einmælt at krevja eina bankakanning og at enda, tá danska stjórnin dróg samráðingarnar út um bankaendurgjaldið, stevndi donsku stjórnini, fyri at fyrningarfreistin ikki skuldi forða einum endurgjaldi. At fullveldissamgongan so fær æruna fyri bankaendurgjaldinum upp á 2 mia. kr. er ikki annað enn at heysta fruktirnar av arbeiðnum, samgongan frá 94-98 hevði gjørt! Og henda sending er bert 4. av 6 – uha, uha. Næsti partur kemur hóskvøldið kl. 22.15. Hyggið og lurtið – er hetta veruliga rætt ella tann reina loysingarpropaganda?


Johan Petersen