Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.04.2026 16:40

Nýtt virksemi í bygninginum hjá Thomas Dam á Hálsi

Tíðindaskriv

11.apríl letur Djórahandilin upp í nýggjum flottum hølum í bygninginum hjá Thomas Dam á Heykavegi 3. 

Nú Rúsan skal flyta inn í bygningin hjá Posta, har Djórahandlin hevur búleikast í nógv ár, leitaði Hjørdis Fríða Gregersen eigari av Djórahandlinum eftir nýggjum hølum á Hálsi. Vit høvdu júst fingið uppsøgn frá Sheep, sum í nógv ár leigaði handilshøli frá okkum, sigur Bjørg Dam frá Thomas Dam, so tað passaði so sera væl, at Djórahandilin yvirtók tey hølini. 

Djórahandilin hevur við eksotiskum skriðdjórum, gnagdjórum, akvariufiskum og alsyns tilhoyri til kelidjór ein sera spennandi og serstakan handil í Føroyum. Við stórum fjølbroyttum kundaskara og útatventum virksemi halda vit, at Djórahandilin gevur gott íkast til restina av virkseminum í bygninginum, sum liggur sera sentralt á Hálsi.

Eigararnir av HAPS yvirtóku í fjør Bowlinghøllina og hava síðan tá dagført bowlingbanarnar og sett hølini í stand saman við Thomas Dam. Í august í fjør flutti matstovan HAPS inn í bygningin.  Seinni kom eisini vældámda døgurðabuffettin hjá Pizza 67 inn í ljósu og nýumvældu hølini. So um tað er ein búffur, ein burgari um kvøldið ella ein pizzabuffet gerandisdagar á miðdegi, so er Heykavegur 1 staðið at vitja.

Handilin hjá Thomas Dam á Hálsi við heil- og smálsølu av hegni, urtagarðsamboðum, køks- og veitsluvøru fær í løtuni eisini eina dagføring. Bygningurin er umlagdur til grønan fjarhita, vit gera eitt spennandi showroom til vinnuna og so eru tær +6000 vørurnar nú eisini tøkar í netbúðini thomasdam.fo. 
Thomas Dam & Co varð stovnað í 1946 av hjúnunum Mariu og Thomas Dam av Argjum og nú er tað 3.ættarlið, ið hevur dagligu leiðsluna av familjufyritøkuni, sum fyllur 80 ár seinri í ár. 

Í samband við upplatingina 11.apríl letur Djórahandilin 20% avsláttur uppá hópin av vøru, Haps letur 10% avsláttur millum kl. 13-16 og Thomas Dam á Hálsi letur 20% av veitsluvørum við djóramotivum, fullum rullum av høsnaneti og kaninhegni.