Løgmálaráðið
Álitið lýsir høvuðsavbjóðingarnar og -møguleikarnar á útoyggjunum og inniheldur seks málsetningar fyri politisku skipanina.
Løgmálaráðið hevur seinasta árið arbeitt við at orða eitt nýtt útoyggjaálit. Í dag handaði embætisfólkið, sum hevur staðið fyri arbeiðnum, landsstýrismanninum nýggja álitið, sum snýr seg um Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hest, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun. Álitið leggur upp til, at politiska skipanin setur sær seks málsetningar fyri útoyggjarnar. Fyrst ein yvirskipaðan málsetning um at orða eina framtíðarhugsjón við breiðari politiskari semju um, hvønn leiklut útoyggjarnar hava í føroyska samfelagnum komandi áratíggjuni. Eitt nú má gerast av, í hvønn mun útoyggjar skulu kunna rúma fastbúgvandi fólki, summarhúsum, ferðavinnu, landbúnaði ella eini blanding av øllum hesum. Afturat yvirskipaða málsetninginum eru fimm málsetningar fyri hvørt av kjarnuøkjunum samferðslu, búseting, undirstøðukervi, heilsutænastur og vinnuligar møguleikar.
Álitið lýsir eisini í fleiri smálutum týdningarmestu avbjóðingarnar og menningarmøguleikarnar á føroysku útoyggjunum. Tvørtur um øll evni er ein felags og grundleggjandi trupulleiki eyðsýndur: avmarkaðu samferðslumøguleikarnir millum meginøkið og útoyggjarnar, sum ofta gera tað torført hjá útoyggjabúgvum at røkka tænastum, hava arbeiði, ganga í skúla ella taka lut í samfelagnum á nøktandi hátt. Hetta rakar eisini trivnaðin, heilsutænasturnar og vinnuligu menningina. Um ikki samferðslan gerst betri, verður torført hjá øðrum viðurskiftum at mennast stórvegis.
Flestu avbjóðingarnar á útoyggj kunnu loysast, men tað krevur, at politiska skipanin raðfestir hetta fíggjarliga. Útoyggjarnar mugu síggjast sum ein samfelagsíløga heldur enn ein útreiðsla. Útoyggjarnar kunnu gerast eitt týdningarmikið samfelagsligt og mentanarligt tilfeingi, sum vit hava skyldu at røkja, bæði av sosialum, umhvørvisligum og samfelagsbúskaparligum orsøkum.
Trýst á leinkjuna niðanfyri fyri at lesa álitið.