Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.05.2023 08:55

Nýtt lag frá Døgg Nónsgjógv

Mynd: Okkara farvæl, Døgg Nónsgjógv

Fyri 10 árum síðani trein Døgg Nónsgjógv á pallin, við lagnum “Tú tók mína hond”, til 10 ára føðingardagin hjá Beranum. Nú, 10 ár seinni, frumframførdi hon nýggja staklagið til 20 ára føðingardagin og landsinnsavnanina hjá Beranum.

Okkara farvæl’ eitur nýggja staklagið hjá Døgg Nónsgjógv. Lagið snýr seg um eitt sorgblítt farvæl og at loyva sær sjálvum at koma víðari.

Lagið er skrivað av Døgg Nónsgjógv og Høgna Lisberg, sum eisini hevur staðið fyri framleiðsluni.

Hoyr lagið her: https://orcd.co/okkarafarval