Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.06.2026 16:59

Nýtt graslíki til fótbóltsvøllin í Fuglafirði

Mynd: Fuglafjarðar kommunna

Fuglafjarðar kommuna

Dávur Juul, borgarstjóri og Birgir Andreasen frá Føroya Møblasølu skrivaðu mánadagin 8. juni 2026 undir avtalu um nýtt graslíki til fótbóltsvøllin í Fuglafirði.

Talan er um sama slag av vølli, sum verður nýttur á fleiri øðrum føroyskum vøllum har sandur og kork verða nýtt sum fylla.

Byrjað verður at fyrireika vøllin 6. juli 2026 og sjálv áleggingin byrjar nakað áðrenn Ólavsøku. Tað tekur 14 dagar, at leggja vøllin á.