Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.05.2023 08:38

Nýtt graslíki á hondbóltsvøllin á Glyvrum

Mynd: Nýtt graslíki á Glyvrum

Nú er graslíki lagt á gamla hondbóltsvøllin omanfyri Glyvra skúla. Hetta boðar borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, frá á Facebook vanga sínum.

Víðari sigur hann: “Nógv brúktur í áratíggju og við skúla, forskúla og frítíðarskúla í grannalagnum, man hann fara at koma væl við, umframt at fótbóltsfelagið kann brúka hann til venjingar hjá yngra ættarliðnum av leikarum. Nakað skal snøggast kring um vøllin, men nú kann hann brúkast og verður longu brúktur.”