Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.03.2025 12:15

Nýtt føroyskt staklag frá “Brandar” – Hvør er mín lutur

Tíðindaskriv

Tað er ”Spæl føroyskt vika” og “Brandar” nýta høvið til at kunngerða nýggja føroyska staklagið: “Hvør er mín lutur”.

Sangurin lýsir eitt innara stríð, trega og iva um lívsins meining og leið. 

Lagið er lætt og orkuríkt, samstundis sum tað er dramatiskt.

Stakalagið kann hoyrast á flestu tónleikapallum við at trýsta á hesa leinkjuna: https://bfan.link/hvor-er-min-lutur

Hans F. Christiansen hevur skrivað bæði orð og lag.
Alvin Ellebye hevur framleitt, ljóðblanda og mastra lagið.