Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.03.2026 11:04

Nýskrivað orgulverk til Fuglafjarðar kirkju

Tíðindaskriv

Leygarkvøldið 28. mars verður eitt nýtt tónlistaverk framført í Fuglafjarðar kirkju. Tað er pólska tónaskaldið, Oskar Tomala, sum hevur skrivað verkið til kirkjuni, og kemur til Føroya at spæla tað í sambandi við Earth Hour. 

Í sínum tónlistaliga arbeiði kannar Oskar Tomala møguleikarnar í analogum, mekaniskum orglum fyri at skapa serlig ljómføgur og harmonisk úrslit, og hvussu ljóðið samspælir við rúmið og arkitekturin. 

Við virðing fyri heita klanginum, sum Fuglafjarðar kirkja hevur, verður arbeitt við at skapa eina uppliving, har lurtarin kann søkka niður í klangin frá orglinum. Hetta verður gjørt gjøgnum spakuliga mennandi kontrapunktiskar formar og kanning av mikrotonaliteti.

Oskar hevur seinasta árið arbeitt við ymiskum orglum í Koncertkirken í Keypmannahavn, har hann hevur gjørt skitsur til fleiri kompositiónir. Hetta arbeiðið leiddi til eina framførslu í sambandi við Organ Sound Art Festival í desember 2025, har tónleikur úr verkætlanini Window Forms varð framførdur.

Verkið verður framført á árliga Earth Hour tiltakinum hjá Fuglafjarðar kommunu, og fer at skapa eina serliga ljóðuppliving í kirkjuni, sum bert er upplýst við kertuljósum.

Tað er Jógvan Joensen, tónleikari í Fuglafirði, sum hevur staðið fyri verkætlanini at fáa Oskar Tomala at skriva verkið og spæla tað her. MOWI og Framherji stuðla verkætlanini.