Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.05.2024 23:06

Nýmótans kappróðraneyst byggjast á havnalagum í Norðragøtu

Neyst til kappróðrafelagið Tindur (Teknistovan Gøta)

Søguligur dagur hjá kappróðrarfelagnum Tindi, tá ið býráðið í Eysturkommunu í dag samtykti at byggja eitt nýtt nýmótans kappróðrarneyst. Eitt kappróðrarneyst, sum skal byggjast á kaiøkinum í Norðragøtu, við øllum nýggjastu hentleikum sum eitt kappróðrarfelag tørvar í dag.

Soleiðis sær neystið út uttan (Mynd: teknistovan Gøta)

Ein stórur dagur fyri felagið

Kappróðrarfelagið Tindur hevur verið í rívandi menning síðani tað var stovna í 2017 og er í dag triðstørsta kappróðarfelag í landinum við 70 iðkarum, 250 limum og 9 bátsmanningum.

Og tað var ein fegin formaður í kappróðrarfelagnum Tindi, John Høgnesen, sum Eysturoyarportalurin fekk orðið á beint eftir at málið var samtykt.

Hetta er ein stórur dagur. Hetta er nakað, sum vit hava arbeitt fram ímóti, síðani felagið varð stovnað.” 

Soleiðis kemur tað at síggja út inni (Mynd: Teknistovan Gøta)

Soleiðis sigur John Høgnesen, formaður í Kappróðrarfelagnum Tindi. Hann er sera fegin, nú býráðið í Eysturkommunu í dag hevur játtað pening til at byggja nýtt neyst til felagið – í fyrstu syftu 4 mió. kr., umframt eina eykajáttan upp á áleið 800.000 kr. Tað verður til stoyping og innilokan av bygninginum. Síðani skal írestandi peningurin játtast, so neystið kann standa liðugt í 2025.

Hetta er ein gleðisdagur fyri felagið,” sigur formaðurin. “Við hesum nýggja neystinum fáa vit betri umstøður at menna kapprógving í Eysturkommunu og kunnu veita okkara limum eitt gott stað at savnast og at venja.

Formaðurin í Tindi, John Høgnesen á býráðsfundi (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Sum nú er, venja rógvararnir inni í einum høli í Leirvík um veturin, meðan venjingin í bátunum fer fram á Gøtuvík. Tríggir bátar standa í einum neysti í Norðragøtu, meðan hinir fýra standa í bingjum á havnalagnum. Nýggja neystið fer at hava góð og nýmótans venjingarhølir og umklæðingarrúm, umframt pláss til upp til sjey bátar: trý fimmmannafør, tvey seksmannafør, eitt áttamannafar og eitt tíggjumannafar.

John Høgnesen leggur dent á, hvussu týdningarmikið tað er fyri Eysturkommunu at hava eitt stað, har rógvarar kunnu venja og styrkja samanhaldið. “Hetta er ein íløga í framtíðina fyri okkara ungu ítróttarfólk” sigur hann. “Kappróðrarfelagið leggur dent á at eggja ungum at finna egnan mátt, og rógvarar úr Tindi hava staðið seg væl seinastu árini, við fleiri heiðursmerkjum bæði á lands- og altjóða stigi” leggur John Høgnesen afturat. 

Eini 50 róðrarfólk vóru møtt upp til býráðsfundin í kvøld (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Hetta hevur verið ein týdningarmikil íblástur fyri bæði nýggjar og royndar íðkarar í økinum. Eisini er samanhaldið í felagnum nakað heilt serstakt. Nógvir íðkarar leggjast til, og fleiri av hesum koma aðrastaðni frá enn Eysturkommunu. Góði felagsskapurin verður nevndur sum ein høvuðsorsøk til, at tey eru farin upp í felagið. “Samanhaldið í felagnum er ein av okkara størstu styrkjum, og tað dregur nýggjar rógvarar til” sigur John Høgnesen. “Vit hava eitt savnandi umhvørvi við sjóvarmálan, har dentur verður lagdur á virðing, samanhald og málsøkni.

Felagið fær góðan stuðul frá Eysturkommunu og vinnuni í økinum. Eisini eru fleiri sjálvboðin og eldsálir, ið leggja nógva tíð og orku í felagið. Hetta stuðlar uppundir dagliga virksemið hjá ungu rógvararunum og er við til at tryggja, at felagið hevur góðar karmar og møguleikar at mennast.

Spakin verður væntandi settur í tíðliga í heyst. Kappróðrarfelagið gleðir seg til at bjóða limum, fjepparum og bygdafólki inn á gólv, tá neystið stendur liðugt.”Við nýggja neystinum sær framtíðin hjá kappróðrarfelagnum Tindi bjartari út enn nakrantíð áður“, sigur ein vælnøgdur John Høgnesen at enda.

Sæð frá erva av (Mynd: Teknistovan Gøta)

Borgarstjórin frøðist um at kappróðurin fær góðar karmar

Borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, var eisini ein væl nøgdur maður eftir at málið var einmælt samtykt. Og segði hann soleiðis við Eysturoyarportalin beint eftir at býráðið hevði avgreitt málið.

Málið hevur verið longi ávegis, og politiskt hevur tað verið onkur ósemja á vegnum. Men nú eru vit enduliga komin á mál við Tindaneystinum. Málið bleiv einmælt samtykt, sum vísir at politiska skipanin hevur flutt seg fyri at fáa hetta at bera til.

Borgarstjórin var eisini væl nøgdur við at málið nú er avgreitt (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Í Eysturkommunu hava felagskapirnir sera nógv at siga, og vit merkja veruliga virði av teimum ímillum ungdómarnar og tey vaksnu. Tí hevur hetta málið sjálvandi vigað nógv. Eins og við fíggjarligum stuðli, so er tørvur á at felagskapirnir hava umstøður at trívast og vaksa seg stórar og sunnar. Tí frøir tað meg at vit innan alt ov langa tíð hava fingið umstøður til ein framstormandi felagskap.

Tindur fær nú umstøður, sum ger tað møguligt at samlast undir einari tekju, men eisini verður tað møguligt hjá øðrum, eittnú eldri, at samlast í hølum, eins og í einum undirhúsið. Harvið fáa vit knýtt ungdóm, vaksin og eldri at einum staðið, sum heilt víst kemur at verða gangligt fyri samfelagið í Eysturkommunu. Vit gleða okkum til róðrarárið, sum byrjar leygardagin, og við hesum fara vit, býráðið, samstundis at ynskja felagnum bestu eydnu í FM kappingini í ár“, sigur Per Martin Gregersen.

Fegin kappróðrarfólk hjá Tindi, á takinum á Býráðshúsinum, eftir at málið var samtykt (Mynd: Eysturoyarportalurin)