Nýggjur vøllur verður skjótt lagdur á við Løkin. Gamli vøllurin bleiv lagdur á í 2013. Heiðurslimurin hjá felagnum Jákup Mortensen sáli, skeyt fyrsta skotið. Fyrsti dystur á gamla vøllinum hjá Betri monnum var tann 15 sept í 2013 ímóti KÍ. NSÍ vann dystin 4-3, og Klæmint A Olsen skoraði øll 4 málini.
Til stuttleikar kunnu vit nevna at betri liðið hjá NSÍ hevur skorað 279 mál á gamla vøllinum, og fingið íalt 244 stig. 137 mál eru farin ígjógnum hesi árini. Klæmint A Olsen hevur skorað 93 mál á gamla vøllinum.
Nú gleða vit okkum til nýggi vøllurin verður liðugur, og um alt gongst sum ætla, so verður tað umleið hálvan septembur.
Deil á Facebook