Havstovan
Jákup Sverri hevur verið á tveimum hydrografitúrum í ávikavist mai og juni. Hetta eru afturvendandi túrarnir hesa tíðina, har streymmátarar verða tiknir upp, og tá ymiskt eftirlit er gjørt, verða mátararnir lagdir útaftur. Á tí fyrra túrinum varð ein nýggjur streymmátari við serligari uppdrift royndur í Bankarennuni.
Niðri við botn í Bankarennuni er hart rák av sonevndum yvirflotssjógvi. Her hevur Havstovan mátað rákið síðani mitt í nítiárunum við sonevndum ADCP-streymmátarum (Acoustic Doppler Current Profiler). Hesir nýta ljóð at máta rákið við hjálp av sonevndu Doppler effektini.
Av tí, at rákið er so hart í Bankarennuni – umleið 1 metur um sekundið – hellir uppdriftin, sum mátararnir sita í, rættuliga nógv.
Teir gomlu mátararnir toldu væl hallið, meðan nýggir mátarar hava trupulleikar tá teir hella nógv og samstundis eru so nær við harðan botn; tá kemur ekkó frá botninum innaftur á mátaran og órógvar signalið.
Tískil er neyðugt við serligari uppdrift, sum heldur streymmátaranum meiri stabilt og loddrætt í vatnsúluni. Henda uppdriftin, kallað StableMoor, við streymmátara varð roynd á túrinum í mai. Útgerðin lá úti í eitt knapt samdøgur og varð síðani tikin uppaftur. Mátingarnar vístu, at streymmátarin lá nógv stabilari í sjónum, tó at hann helti eitt vet. Broytingar vórðu gjørdar at rætta hallið, umframt at ein kransur var festur á mátaran at minka um ekkó. Á seinna túrinum varð mátarin lagdur útaftur, eftir ætlan í nakrar mánaðir hesu ferð.

Mynd 1. Nýggja sonevnda StableMoor-boyan við streymmátara og útloysara (tólið undir boyuni) verður her løgd út í Bankarennuna. Útloysarin er festur í eina 10 metur langa ketu, sum er fest í søkkið, ið enn er á dekkinum. StableMoor-boyan skal eftir ætlan avloysa gomlu streymmátararnar, sum hava mátað rákið í Bankarennuni síðani 1994. Gomlu mátararnir verða ikki framleiddir longur; men tað hevur víst seg, at verða trupult at fáa nóg góðar mátingar við nýggjari mátarum. Við nýggju StableMoor-boyuni ber hetta vónandi til; boyan er gjørd at standa meiri vatnrætt í hørðum ráki, soleiðis at streymmátarin peikar beint upp og niður. BetriStuðul hevur fíggjað StableMoor boyuna við streymmátara.
Á túrunum vórðu eisini hydrografiskar mátingar gjørdar eftir sonevndu standardskurðunum og øðrum skurðum, ið eru partar av verkætlanum.
Eisini varð ein havsvívari lagdur út í mai og ein annar tikin upp. Tíverri vísti tað seg, at havsvívarin, sum bleiv lagdur út, lak og tískil varð hann tikin uppaftur í juni. Universitetið í Bergen eigur hesar svívarar. Í juni vóru granskarar eisini við Jákup Sverra at kanna hvalspýggj í føroyskum sjógvi; hetta var partur av eini verkætlan, ið hevur heitið GloBECC . Túrfrágreiðing frá túrinum í mai er at finna her og frá túrinum í juni her.