Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.09.2025 14:24

Nýggjur stjóri fyri Faroe Ship

Tíðindaskriv/ Faroe Ship

Vit eru fegin um at kunna boða frá, at Steinar H. Eirikstoft er settur sum stjóri á Faroe Ship. Steinar er í løtuni forstjóri á Sjúkrahúsverkinum, eitt av størstu arbeiðsplássum í landinum. Steinar hevur yvir 14 ára royndir frá bæði tekniskt og skipanarliga krevjandi leiðslustørvum, bæði í Føroyum og í Danmark. Hann byrjar á Faroe Ship 1. december.

Steinar H. Eirikstoft:

Eg eri stoltur av at taka við sum stjóri á Faroe Ship, sum er ein týdningarmikil fyritøka í føroyska samfelagnum. Eg eri spentur til at viðvirka til framhaldandi vøkstur hjá fyritøkuni og til at stuðla okkara kundum og samstarvsfeløgum við álítandi og nýskapandi loysnum, bæði her í Føroyum og altjóða. 

Steinar hevur HD1 og HD2 prógv frá Copenhagen Business School (CBS), prógv sum Master í framleiðslu og leiðslu frá Danmarks Tekniske Universitet (DTU) og B.S.c. prógv í el-verkfrøði frá sama skúla.

Bragi Þór Marinósson, stjóri fyri altjóða virksemi hjá Eimskip: 

Vit fegnast um at kunna bjóða Steinari vælkomnan sum nýggjan stjóra á Faroe Ship. Hansara leiðsluroyndir fara at koma okkum væl til góðar, meðan vit áhaldandi styrkja okkara virksemi og veita framúr tænastu til okkara kundar í Føroyum. 

Faroe Ship er ein av elstu fyritøkunum í Føroyum, stovnað í 1919, og hevur ein týðandi leiklut í føroyska samfelagnum við sterkum flutnings- og heildarlogistiktænastum. Vit eru vís í, at undir leiðsluni hjá Steinari fer felagið at halda fram við at vaksa og byggja víðari á nýggju íløgurnar í goymslur, frystigoymslur, terminalrakstur og nýggja nútímans høvuðssætið. Vit ynskja Steinari góða eydnu í nýggja leiklutinum, og bjóða hann vælkomnan á Faroe Ship.

Vit vilja eisini takka Boga P. Nielsen fyri hansara íkast og stóra arbeiði fyri Faroe Ship í undanfarnu árum og ynskja honum góða eydnu í nýggja starvinum. Sum kunngjørt í august, fer Bogi at taka við sum stjóri fyri Pelagos, ein álitandi kundi hjá Faroe Ship.