Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.11.2025 08:27

Nýggjur sáttmáli fyri miðlafólk í privata geiranum

Vinnuhúsið

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk hava gjørt semju um nýggjan tvey ára sáttmála við lønarhækkingum á 4,32% og 3,87%

Fríggjadagin 31. oktober skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk undir nýggjan tvey ára sáttmála fyri miðlafólk í privata geiranum. Partarnir eru samdir um eina lønarhækking á 4,32% frá 1. november 2025 og eina lønarhækking á 3,87% frá 1. november 2026. 

Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði. Hetta var samstundis seinasta samráðingin í hesum samráðingarumfarinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag. 

Alvi Hjelm fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og Jón Brian Hvidtfeldt fyri Føroysk Miðlafólk skrivaðu undir semjuna.