Bátasavnið í Leirvík var í kvøld karmur fyri triðja og seinasta uppstillingarfundi hjá listanum sum hevur fingið navnið, Hin Listin, í Eysturkommunu.
8 fólk komu á listan. Fimm konufólk og trý mannfólk. Sostatt eru nú tveir listar í Eysturkommunu til komandi býráðsval tann 12. november.
Tey 8 sum eru á Hin Listin eru:
Rebekka Jensen, Leirvík
Ann Fuglø, Leirvík
Tórur Didrik Djurhuus, Leirvík
Ruth Norðgerð, Leirvík
Heri Mikálsson, Syðrugøtu
Bára Joensen, Norðragøtu
Maj-Britt Winter hentze Jacobsen, Norðragøtu
Tórik Ábraham Rouah, Undir Gøtueiði
Deil á Facebook