VEKS
Karin Joensen er sett í starv sum leiðari fyri Barnaverndartænastuna í VEKS. Karin býr í Miðvági og er útbúgvin sosialráðgevi í 2017.
Karin hevur millum annað starvast innan Barnaverndarøkið í Vágunum, Barnaverndarstovuna, og sum sosialráðgevi á deildini Børn og ung hjá Almannaverkinum. Seinastu tíðina hevur Karin starvast sum sosialráðgevi í Sandoyar Barnaverndartænastu. Karin hevur eisini verið í barnaverndarnevndini fyri Vágar frá 2015 til 2021.
Sostatt er talan um ein sera fakliga dugnaligan leiðara, ið verður við til at ímynda Barnaverndartænastuna í VEKS. Aftrat leiðarnum starvast í dag trý onnur starvsfólk í Barnaverndartænastuni í VEKS.
Eftir ætlan byrjar Karin í starvinum 1. august 2025.