Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.09.2023 13:43

Nýggjur deildarleiðari fyri Korndalsbýlið og heimtænastuna í bygdunum á Eysturoynni

Tórgerð Jallgrímsdóttir

VEKS

Tórgerð Jallgrímsdóttir er sett í starv sum deildarleiðari í økinum.

Hon byrjar í starvinum mikudagin 1. november.

Tórgerð er 40 ára gomul og býr á Eiði.

Tórgerð hevur lokið útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur í 2012, umframt at hon hevur aðrar viðkomandi útbúgvingar.

Hon hevur starvast í heilsuverkinum síðani í 2005, – seinastu nógvu árini á Landssjúkrahúsinum.

Í umsókn sínari sigur hon m.a. soleiðis:

”Eg havi góðar førleikar at vísa á, so tit fáa ein nærlagdan starvsfelaga, ið gongur sera høgt upp í sítt arbeiði”.