Kappingarárið í fótbólti hjá monnum verður skotið í gongd hetta vikuskiftið. Fyrireikingarnar, bæði á og uttanfyri vøllin, eru í hæddini.
Soleiðis er eisini við útskiftisbonkinum við Løkin, har ein stórur partur fór í nógva vindinum, sum var í vetur.
Í løtuni verður nýggjur bonkur gjørdur, til bæði heimaliðið, útiliði og dómararnar, sum skal verða liðugt áðrenn fyrsta heimadyst hjá NSÍ , sum verður sunnudagin 8.mars, tí ið Víkingur vitjar.
Les eisini: NSÍ bonkurin fór í storminum
Myndir: Eysturoyarportalurin



