Mynd: Sjanna Hentze
Eins og undanfarin ár verður skipað fyri nýggjárshaldi við bygdahúsið á Strondum um midnáttarleitið.
Fýrverk verður skotið á midnátt, og aftaná bjóða vit øllum inn í bygdahúsið til suppu.
Í bygdahúsinum syngja og hugna vit okkum fram til kl. 01:30, tá kommunan bjóðar øllum ókeypis til rimmar nýggjársdans við Finni Olsen úr “Upp á tá” og Martin Sømark úr “Sunrise”, sí plakat longur niðri.
Í ár er eisini ætlanin at seta blikk upp rundan um bygdahúsið – til hetta krevjast fleiri hendur. Um onkur hevur hug at hjálpa til við hesum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Harald Hammer, tlf. 224328.
Hjartaliga vælkomin
Sjóvar kommuna
Deil á Facebook