Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur raðfest tvey nýggj útbúgvingartilboð í fíggarlógaruppskotinum.
Fróðskaparsetrið hevur fyrireikað nýggja diplomútbúgving innan námsfrøði, sum væntandi kann byrja í august 2026. Hetta er ein útbúgving, sum er ætlað hjálparfólkum innan námsfrøðiliga økið, sum eru í starvi. Talan er um eina parttíðarútbúgving, sum kann takast meðan tey arbeiða. Undirvíst verður ætlandi ein dag um vikuna. Talan er um eina 2 ára diplomútbúgving í námsfrøði, sum gevur førleika at virka og starvast á námsfrøðiliga økinum. Samstundis kann útbúgvingin eisini nýtast sum ávegisprógv til fulla námsfrøðiútbúgving frá Setrinum, har lesandi við diplomútbúgvingini fáa góðskrivað tvey ár av fullu bachelorútbúgvingini í námsfrøði.
Á Miðnámi á Kambsdali verður KT-supportaraútbúgving boðin út komandi skúlaár. Hetta er ein 2½ ára yrkisútbúgving innan KT-økið, har lærlingurin hevur sáttmála og skiftir millum skúla og arbeiði. Útbúgvingin kann takast aftaná fólkaskúlan. Fyrsta skúlaskeið er 20 vikur og kann takast uttan lærusáttmála. Almennar lærugreinar eru á c-stigi.