Býráðið í Sunda kommunu avgjørdi í 2024, at læknaviðtalan við Svartheygg 1 við Norðskála, skuldi út- og umbyggjast. Og bleiv sjøtul settur á hetta arbeiðið longu í september sama ár.
Nýggja snotuliga læknaviðtaluhølini við Norðskála eru nú um at verða liðugur og fyrsta dagin verður klárt at flyta inn.
Tað er byggifyritøkan Sp/f Búð av Eiði, sum stendur fyri arbeiðinum. Meðan EL-Trygd av Strondum hevur staðið fyri el-arbeiðinum.
Eftir at læknaviðtalan er flutt inn í nýggju hølini, er ætlanin at fara í holt við at umbyggja núverandi gomlu viðtaluhølir, sum liggja føst í nýggja bygningin.
Eiðis læknadømi er læknasamstarvið millum Eiðis og Sunda kommunu.
Myndir: Eysturoyarportalurin
















