Fríggjadagin 29. september læta hurðarnar upp til nýggju heilsumiðstøðina á Kirkjuvegi 48 í Fuglafirði. Tað er opið hús frá kl. 15.00 – 17.00.
Fuglafjarðar kommuna boðar frá, at øll sum hava hug, eru vælkomin at koma og síggja nýggju snotuligu hølini, sum nú er gjørd í stand og málaði.
Mánadagin 2. oktober verður Heilsumiðstøðin alment tikin í brúk.
Deil á Facebook