Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.01.2026 18:56

Nýggja áskoðaraskýlið á Svangaskarði um at verða liðugt (myndir)

Nú fara B68 viðhaldsfólk enduliga at fáa tak yvir høvdið.

Áskoðaraskýlið, sum skjøtil varð settur á í 2025, er nú komið so væl áleiðis, at tað verður væntandi avhendað til Nes kommunu í februar mánað í ár.

Tað er byggifyritøkan á Toftum, KBH, sum hevur staðið fyri arbeiðinum.

Talan er um tvey skýli, eitt niðanfyri, og eitt omanfyri verandi ítróttarhús á Svangaskarði, og fara tey at rúma umleið 300 áskoðarum tilsamans.

Myndir: Eysturoyarportalurin