Firum
Granskarar á Firum hava saman við Hiddenfjord júst útgivið eina nýggja vísindaliga grein í altjóða tíðarritinum Aquaculture um lúsaát hjá rognkelsum.
Greinin byggir á eitt umfatandi dátugrundarlag við magakanningum av 28.677 rognkelsum á føroyskum alibrúkum hjá Hiddenfjord og Mowi í tíðarskeiðinum 2015-2025. Hetta er eitt av størstu dátugrundarløgunum í heiminum, sum higartil eru nýtt til at kanna lúsaát hjá rognkelsum.
Lús er ein stór og áhaldandi avbjóðing fyri alivinnuna í Føroyum og uttanlands. Eitt av amboðunum, sum alivinnan hevur til at halda lúsatalinum niðri, er at nýta rognkelsi. Rognkelsi verða sett út saman við laksi fyri at eta laksalýs. Tó vísa royndir bæði í Føroyum og uttanlands, at úrslitini kunnu vera sera ymisk. Endamálið við hesi kanningini var tí at fáa betri innlit í, hvørjar umstøður fremja lúsaát, og hvørjar umstøður minka um tað.
Kanningin vísir, at lúsaát hjá rognkelsum ikki er tilvildarligt, men verður ávirkað av fleiri ymiskum viðurskiftum. Millum annað hevði lúsastøðan á laksinum týdning, men eisini stødd og kropsstøða hjá rognkelsunum, eins og hvør onnur føði er tøk í umhvørvinum. Serliga bendi kanningin á, at nógv hvalspýggja í sjónum kann minka um áhugan hjá rognkelsum fyri laksalús.
Úrslitini geva nýggja vitan um, nær og undir hvørjum umstøðum rognkelsi hava størstu sannlíkindini fyri at at eta laksalýs av laksinum. Hetta kann vera við til at gera nýtsluna av rognkelsum meiri málrættaða og geva betri grundarlag fyri avgerðum um útseting, røkt og rakstur.

Sandra Ljósá Østerø, granskari á Firum, er høvuðshøvundur. Viðhøvundar eru Ása Johannesen og Kirstin Eliasen, Firum, og Karina Poulsdóttir Debes, Hiddenfjord (mynd væntar).

Mynd: Prosentpartur av kannaðum rognkelsum, sum hvønn mánað høvdu laksalús, hvalspýggju, djóraæti, verur á nótini, laksafóður ella rognkelsisfóður í maganum. Reyða linjan vísir miðal fyri øll árini 2016-2025, meðan gráu linjurnar vísa einstøku árini.

Mynd. Sambandið millum lúsastøðuna á laksinum og væntaða nøgd av laksalús í maganum hjá rognkelsi. Líkindini fyri lúsaáti vaksa, tá fleiri laksalýs eru á laksinum.

Mynd: Rognkelsi. Firum.
