Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.03.2025 11:57

Nýggj vísindagrein um sodningartíðina hjá lakslús í magunum á rognkelsum

Mynd: Firum

Firum

Kirstin EliasenSandra Ljósá ØsterøTróndur Tummasarson JohannesenÁsa JacobsenEsbern Jóannes PaturssonAgnes Mols MortensenMarner Nolsøe og Ása Johannesen hava givið út vísindaliga grein í “Open access” tíðarritinum PLOS ONE.

Greinin ber heitið “The digestion time for salmon louse (Lepeoptheirus salmonis) in lumpfish (Cyclopterus lumpus) in relation to freshness, developmental stage and temperature”. Í greinini kanna høvundarnir, hvussu leingi laksalýs verða verandi í maganum á rognkelsum, og hvussu hetta ávirkast av m.a. sjóvarhita og hvørjum menningarstigi lýsnar eru á.

Rognkelsi verða nýtt sum lúsatálmarar í alivinnuni. Enn er tað tó í stóran mun ógreitt, hvussu stór effektin av rognkelsunum er á lúsastøðuna hjá laksinum. Fyri at kunna meta um, hvussu nógvar lýs eitt rognkelsi etur um dagin og harvið vita, hvussu munadygg rognkelsini eru í lúsatálmingini, er neyðugt at vita, hvussu long sodningartíðin av laksalýsnum í rognkelsismagunum er.

Úrslitini í greinini vísa, at tað tekur í miðal 6,4 dagar hjá rognkelsum at sodna eina flytføra laksalús, meðan tað tekur 12 dagar at sodna eina kynsbúna laksalús. Áður hevur mann hildið, at tað einans tekur 1 til 3 dagar at sodna laksalýs.

Greinin er ein partur av verkætlanini Lumpfish and Akvanest, ið er fíggjað av norska granskingargrunninum FHF. Greinin er gjørd í samstarvi við Tari, Bakkafrost og Hiddenfjord.

Les alla greinina her

Les greinina sum PDF fíla her

Myndin vísir sannlíkindini fyri at finna flytførar laksalús (blátt) og kynsbúnar laksalýs (reytt) aftur í magunum á rognkelsum yvir eitt tíðarskeið.

Spjaldur