Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.02.2025 12:13

Nýggj útgáva av sangi hjá Øssuri

Tíðindaskriv

Maria á Lakjuni og Hans Poulsen standa aftanfyri útgávuna av fjórðu innspælingini av

sangum hjá Øssuri Berghamar.

Um vikuskiftið varð aftur ein nýggj innspæling av føroyskum sangi at hoyra á stroymingtænastunum.

Sangurin hesaferð eitur Av náði Guds, og tað er Øssur Berghamar, sum eigur bæði orð og lag.

Hetta er fjórði sangurin hjá Øssuri Berghamar, sum verður útgivin. Sangurin er partur av verkætlan, ið

ber heiti Av náði Guds. Tað er felagið Tónar við Jóhan Magnus Gunrim, sum stendur aftanfyri

verkætlanina.

Tað eru longu 15 ár liðin, síðani tað varð farið undir arbeiðið við fyrsta sanginum. Tað var Arnvør á

Torkilsheyggi, sála, sum tók stig til verkætlanina. Hon og Hans Poulsen fóru í 2008 undir upptøku av

sanginum So mangt er mær dult. Arnvør var liðug við sangupptøkurnar, áðrenn hon varð álvarsliga

sjúk.Arbeiðið við hesum sanginum lá stilt í nøkur ár, men var so tað tikið uppaftur, eftir at Arnvør andaðist.

Arnvør sang sangin á konsert, sum sangbólkurin Salt hevði í Løkshøll undan jólum í 2016. Arnvør

doyði 12. februar í 2018, og 12. februar í 2019 var sangurin almennur.

Annar sangurin hjá Øssuri Berghamar í hesi røðini var útgivin í 2022. Tað er sangurin Leið meg til tær

grønu fløtur. Tá var tað Bárður á Lakjuni, sum sang, og Hans Poulsen tók upp og spældi undir, saman

við øðrum. Óli Poulsen ljóðblandaði og mastraði.

Triði sangurin í røðini varð givin út á vári í 2023. Regin Guttesen sang so meistarliga sangin Spyr

Harran fyrst, hvørja ferð eitt stig tú skalt taka. Jákup Zachariassen tók upp og spældi undir saman við

øðrum. Óli Poulsen ljóðblandaði og mastraði.

Nú er so fjórði sangurin í røðini givin út. Hesaferð er tað sangurin Av náði Guds, við vøkru røddini hjá

Mariu á Lakjuni. Hans Poulsen hevur framleitt í IntroVers studio og spælir undir saman við Jósva

Debes á trummum, og Fames Orchestra strúkikvartett úr Norður Makedonia. Maria á Lakjuni,

Margretha Højgaard Poulsen og Jóhan Magnus Gunrim syngja kór. Óli Poulsen hevur ljóðblandað og

mastrað.

Á heimasíðu síni berghamar.com sigur Øssur Berghamar soleiðis um sangin:

Á várið 2012 fór undirritaði um tey 70. Harrin hevði verið góður móti mær hesi mongu ár, og stutt

eftir var hesin afturlítandi sangur skrivaður, har eg við orðum og tónum kundi bera Gudi mínum eina

hjartans tøkk fyri náði og trúfesti Hansara. Hetta gjørdist ein persónligur vitnisburður, har orð

Paulusar í 1. Kor. 15,10 eisini gjørdust livandi fyri mær: “Men av náði Guds eri eg tað, sum eg eri, og

náði Hansara móti mær hevur ikki verið til einkis.” Hetta kundi eg bara siga amen til.

Jóhan Magnus Gunrim sigur, at tað verður hildið fram við verkætlanini, og at farið verður undir næsta

sangin, tá stuðul er fingin til vega. Vónandi verður hetta seinni í ár.

Sangirnir kunnu hoyrast her:

So mangt er mær dult

Leið meg til tær grønu fløtur

Spyr Harran fyrst

Av náði Guds