Almanna- og mentamálaráðið
Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, hevur sett UNESCO-nevndina fyri komandi fýra árini. Nevndin skal ráðgeva og virka sum bindiliður millum UNESCO, ST-stovnin fyri útbúgving, vísindi og mentan og viðkomandi føroyskar myndugleikar, stovnar og feløg.
UNESCO varð sett á stovn beint eftir seinna heimsbardaga við tí yvirskipaða endamáli at virka fyri friði og trygd í heiminum við at skipa fyri millumtjóða samstarvi innan virkisøkini útbúgving, vísindi og mentan.
Millumtjóða samstarvið í UNESCO er eins týdningarmikið í dag sum fyri 80 árum síðani, og við atlimaskapinum í UNESCO hava Føroyar sína egnu rødd í samstarvinum, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.
Sum tann einasti av ST-stovnunum er UNESCO skipað við tjóðarnevndum, ið umboða virkisøkini í einstøku londunum. Føroyar taka lut í bæði norðurlendska og evropeiska samstarvinum fyri UNESCO-nevndir.
Landsstýrismaðurin í mentamálum tilnevnir UNESCO-nevndina við umboðum fyri stovnar og feløg innan virkisøkini útbúgving, vísindi, mentan og samskifti. Nevndin verður tilnevnd fyri 4 ár í senn.
Í UNESCO-nevndini eru: Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, formaður, Annika Smith, stjóri á Landsbókasavninum, Magnus Dam, stjóri í Kringvarpi Føroya, Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Fróðskaparsetri Føroya, Helena Davidsen, fyrisitari á Umhvørvisstovuni og Jastrið Gullbein Augustinussen, sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Føroya Ungdómsráð.
UNESCO-nevndin hevur havt sín fyrsta fund, og har vóru nøkur av málunum umrødd, ið UNESCO-nevndin fer at arbeiða við komandi tíðina. Eitt nú var UNESCO-sáttmálin um verju av mentanarvirðum í krígsstøðu frá 1954 umrøddur, sum Føroyar hava tikið undir við. Tilbúgving og verja av mentanararvi, og hvussu norðurlendsku londini arbeiða við UNESCO-sáttmálanum um verju av mentanarvirðum, var eisini eitt av høvuðsevnunum á norðurlendska ráðharrafundinum, sum landsstýrismaðurin var á í Helsinki í mai.
Nevndin umrøddi eisini tilmælið frá fráfarandi UNESCO-nevnd um at virka fyri eini føroyskari tilnevning av UNESCO heimsarvi, biosferuøki ella geopark. Føroyski báturin, sum í 2021 varð innskrivaður á UNESCO-listan yvir siðaarv hjá mannaættini, er einasta UNESCO-tilnevning, ið Føroyar hava. Hildið verður, at virkað eigur at verða fyri, at Føroyar eisini fáa eitt heimsarvsstað, eitt biosferuøki ella eina geopark, ið á hvør sín hátt eru verndarøki fyri náttúru og mentan.
Á myndini: Landsstýrismaðurin saman við UNESCO-nevndini. Frá vinstru: Magnus Dam, stjóri í Kringvarpi Føroya, Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Fróðskaparsetri Føroya, Helena Davidsen, fyrisitari á Umhvørvisstovuni, Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, formaður, Annika Smith, stjóri á Landsbókasavninum og Jastrið Gullbein Augustinussen, sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Føroya Ungdómsráð.