Tíðindaskriv/ Kirkjuliga Heimamissiónin
Kirkjuliga Heimamissiónin og Kristniboðsambandið í Íslandi hava skriva undir nýggja samstarvsavtalu, sum hevur til endamáls at styrkja missiónsarbeiðið í og útfrá londunum í útnorðri.
Samstarvsavtalan inniber nøkur kjarnuøki, har felagsskapirnir vilja samstarv – eitt nú innan ungdómsarbeiði, leiðaramenning, integratión, felags altjóða missiónsátøk og bønarsamstarv.
– Vit fegnast um nýggja samstarvið við okkara systirrørslu í Íslandi, sum gevur okkum møguleika at røkka enn longur við gleðiboðskapinum, sigur Jákup Brúsá, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini. Hetta er ein liður í okkara nýggju strategi, har vit vilja seta meira fokus á missiónsarbeiði í útnorðri.
Kristniboðsambandið (eisini nevnt Samband Íslenskra Krisniboðsfélaga, stytt SÍK) er ein lutherskur missiónsfelagsskapur í Íslandi, sum arbeiðir bæði í Íslandi og altjóða. Felagsskapurin varð stovnaður í 1929 og hevur altíð havt nógv virksemi innan altjóða missión. Í dag hevur SÍK missiónsvirksemi í londum so sum Etiopia, Kenya og Japan.
Arbeiðið hjá SÍK líkist á nógvan hátt tí hjá Heimamissiónini – og tó hava báðir felagsskapir ymsar styrkir, har samstarv kann gagna báðum pørtum. Eitt nú er kristiliga ungdómsarbeiði í Føroyum meira útbreitt enn tað er í Íslandi, meðan íslendska rørslan hevur eitt betri skipað altjóða missiónsarbeiði við virksemi í fleiri londum.
Samstarv við okkara grannar norðanfyri er náttúrligt, tá okkara mentanir líkast nógv, og føroyingar altíð hava havt góð sambond til Íslands. Heimamissiónin eigur og rekur eisini sjómansheimið Ørkina í Reykjavík, og nógvir føroyingar vitja javnan í Íslandi at halda møtir v.m.