EB/Streymur skrivar:
EB/Streymur hevði aðalfund mánakvøldið 3. november, har m.a. nýggj nevnd varð vald.
Formaðurin, Theodor í Búrstovu, og Sarita Vesturdal Vesturtún stóðu ikki fyri vali í ár. Beinta Lisberg stóð fyri vali, og bleiv afturvald, meðan Djóni Eidesgaard og Jan Djurhuus ikki ynsktu afturval. Fyri teir blivu Fríða Beder og Óluva Eidesgaard vald, so nú er nevndin hjá EB/Streymi mannað við einum manni og 4 kvinnum. Sum tiltskalimir blivu Djóni Eidesgaard og Høgni Hummeland valdir.
Nevndin hevur skipað seg við Theodor í Búrstovu sum formanni, Beintu Lisberg sum næstforkvinnu, Saritu Vestudal Vesturtún sum kassameistara, meðan Fríða Beder og Óluva Eidesgaard eru nevndarlimir.
Á myndini eru frá vinstru: Óluva Eidesgaard, nevndarlimur, Høgni Hummeland, tiltakslimur, Beinta Lisberg, næstforkvinna, Theodor í Búrstovu, formaður, Sarita Vesturdal Vesturtún, kassameistari, og Fríða Beder, nevndarlimur. Djóni Eidesgaard, tiltakslimur, manglar á myndini.
